VistGrøði er eitt áhuga- og limafelag, ið byggir á hugsjónina um eina umhvørvisvinaliga, heilsugóða og socialt rættvísa matskipan.
VistGrøði er eitt áhuga- og limafelag, ið byggir á hugsjónina um eina umhvørvisvinaliga, heilsugóða og rættvísa matskipan.
VistGrøði strembar eftir at:
- Minka um oyðsl og dálking ið stendst av framleiðslu, flutningi og innpakkningi av matvørum.
- Veita vørur til limirnar, sum eru framleiddar undir rættvísum arbeiðsviðurskiftum og við virðing fyri umhvørvinum.
- Virka fyri at limirnir hava atgongd til lokalt framleiddar matvørur og harvið stimbra grundarlagi fyri handli av lokalt framleiddum matvørum í Føroyum.
- Virka fyri at limir hava atgongd til natúrligar og helst vistfrøðiligar vørur í leysari vekt, har dentur verður lagdur á vøruuppruna, gjøgnumskygni og góðsku.
- Skipa fyri tiltøkum, ið hava til endamáls at økja kjak og vitan um umhvørvisvinarliga og etiska matframleiðslu og matvørugóðsku (vistfrøði, agroøkologi, lokala framleiðslu, djóravælferð, rættvísum handli, osfr.) umframt matgerð við lokalt framleiddum matvørum.
This site collects and organizes a list of restaurants around the world. You can find what interests you in just a few clicks and for free.
This site survives only with a few non-invasive banners, so we are asking you to disable any ADblock software. If you can alternatively continue find your favourites events somewhere else or LIKE this page
Leave a comment